Alilógin stríðir ímóti Hoyvíkssáttmálanum

Alilógin stríðir ímóti Hoyvíkssáttmálanum
Felagið Peningastovnar sigur, at fleiri vansar enn fyrimunir eru við uppskotinum. SalMar sigur, at broytingin fær øgiligar avleiðingar
Lógarbroytingin fer at hava við sær øgiligar avleiðingar bæði fyri føroyskar og útlendskar partaeigarar í Bakkafrosti, sigur SalMar, sum eigur í føroyska alirisanum.

10.09.2012 - 13:55

Ætlaða broytingin í alilóggávuni, sum skal avmarka útlendska eigaraskapin í føroysku alivinnuni, er í stríð við Hoyvíkssáttmálan. Tað sigur Felagið Peningastovar í sínum hoyringarsvari.

Loyvir Hoyvíkssáttmálin, at føroysk lóg forðar íslendingum ella feløgum í Íslandi at seta kapital í eitt føroyskt alifelag á jøvnum føti við føroyingar, spyr felagið. Felagið Peningastovnar sigur, at samanumtikið eru fleiri vansar enn fyrimunir við uppskotinum hjá Vinnumálaráðnum.

Norðmenn ger eisini vart við seg

Nakrir norskir partaeigarar, teirra millum SalMar, í Bakkafrosti hava eisini gjørt vart við seg. Lógarbroytingin fer at hava við sær øgiligar avleiðingar fyri bæði føroyskar og útlendskar partaeigarar í Bakkafrosti.

Íleggjarar fáa minni burtur úr at hava partabrøv í Bakkafrosti. Virðið á partabrøvunum lækkar, og tað verður truplari at fáa pengar í felagið. Tað fer ikki at bera til hjá Bakkafrosti at halda sínar skyldur í keypsskálanum í Oslo, tí ikki fer at bera til at viðgera allar partaeigarar eins.

Norsku partaeigararnir siga, at føroysku myndugleikarnir kunnu fáa sama úrslit sum ætlanin er við lógarbroytingini á annan hátt, millum annað í samstarvi við útlendskar íleggjarar.

VMF: Munur gjørdur á partaeigarum

Virðisbrævamarknaður Føroya fekk ikki uppskotið til hoyringar, men hevur kortini sent Vinnumálaráðnum viðmerkingar um uppskotið. Eisini Virðisbrævamarknaðurin vísir á, at munur verður gjørdur á partaeigarum. Tað er als ikki til frama fyri handilin við føroyskum partabrøvum.

Kapitalstreymurin til Føroya er sera umráðandi, tí kapitalstreymurin úr Føroyum er hvørt ár stórur, eitt nú tí pensjónuppsparingarnar í stóran mun fara av landinum.Um hetta lógaruppskotið verður samtykt, missa føroyskar íløgur trúvirði.

Politiskur váði

Tað er ein politiskur váði at gera íløgur í føroysk partabrøv, tí avgerandi treytir vera broyttar í eini handavending uttan ávaring, sigur Virðisbrævamarknaðurin. Og hann spyr, eins og Felagið Peningastovnar, um uppskotið er ikki í stríð við Hoyvíkssáttmalan.

Til ber at ímynda sær, at eitt norsk felag setir á stovn eitt íslendsk felag, sum so keypir 100% av partabrøvunum í einum føroyskum alifelagi. Spurningurin er, um lógaruppskotið kann forða fyri tí.

Alifelagið Marine Harvest Faroes hevur eisini nógvar atfinningar. Felagið sigur, at lógarbroytingin fer bara at raka eitt felag í Føroyum, Marine Harvest, sum hevur ætlanir um íløgur í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162