- Tíðindi, mentan og ítróttur
iPhone 5 kann tryggja Obama valsigurin

Nýggja iPhone 5 fartelefonin, sum Apple-fyritøkan kanska fer at kunngera í morgin, kann seta so stóra ferð á amerikanska búskapin, at Barack Obama, forseti, sleppur at halda fram í Hvítu Húsunum í Washington í fýra ár afturat.

Tað skrivar fleiri amerikanskir miðlar í dag.

Búskaparliga støðan verður avgerandi fyri, um amerikanarar aftur fara at velja Obama. Vísir bruttotjóðarframleiðslan vøksur í seinasta ársfjórðingi í ár, kann Obama leggja sjógv millum seg og republikanska avbjóðaran, Mitt Romney.

Vøksturin hálvt prosent

Sambært amerikanskum miðlum fer Apple at framleiða nýggju iPhone 5 fartelefonina beint eftir, at hon er kunngjørd. Amerikanskir búskaparfrøðingar hava roknað, hvussu nógv bruttutoðarframleiðslan veksur, um átta mlliónir iPhone 5 fartelefoninir verða gjørdar. Teir siga, at vøksturin verður millum ein 0,25 og eitt hálvt prosent.

Ein veljarakanning, sum CNN hevur latið gera, vísir, at 52 prosent av teimum spurdu ætla at velja Barack Obama. 46 prosent siga, at tey fara at atkvøða fyri Mitt Romney.