SEV ger klárt at taka vatn úr Sandá í Eysturoy

SEV ger klárt at taka vatn úr Sandá í Eysturoy
Inntakið verður gjørt, men bara upp til tveir metrar undir helluni í áarbotninum
SEV ger alt forarbeiðið. Men SEV letur komandi ættarliði avgerðina um at fáa streym úr Sandá, sum rennur oman til Selatraðar.

12.09.2012 - 10:15

SEV ger alt forarbeiðið. Men SEV letur komandi ættarliði avgerðina um at fáa streym úr Sandá í Eysturoynni. SEV hevur avgjørt at bora suður til Sandá, sum rennur oman til Selatraðar, nú borað verður kortini har á leiðini.

Men borað verður ikki upp í ánna fyri at fáa vatnið í tunnilin. Inntakið verður gjørt, men bara upp til tveir metrar undir helluni í áarbotninum.

- Vit geva komandi ættarliði møguleikan at taka eina skjóta og bíliga avgerð, um tað verður mett at bera til og vera skilagott at bora upp í ánna eftir vatninum, sigur leiðslan í SEV.

Hon leggur afturat, at eftirspurningurin eftir reinari orku veksur. Tað er tí skeivt av okkum ikki at geva komandi ættarliði møguleikan at troyta sínar keldur, vilja tey gjalda prísin við eini minni Sandá, sigur leiðslan í SEV.

Kommunan noktar

Nevndin í SEV sigur, at hon veit, at Sjóvar kommuna hevur noktað at givið byggiloyvi til áarinntakið í Sandá. Men greitt er eisini, at Yvirfriðingarnevndin hevur givið loyvi til at taka vatnið.

Umboðsnevndin hjá SEV, sum tá var evsta vald felagsins, samtykti at gera útbyggingina suður í Sandá. Og tað verður nú gjørt. Men borað verður ikki alla leiðina upp í ánna, sum sambært SEV kann geva eina millión kilowattímar um árið.

Tað er streymur til 200 húsarhald. Eitt miðalhúsarhald brúkar 5.000 kilowattímar um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878