Hava tikið kunningina frá SEV til eftirtektar

Hava tikið kunningina frá SEV til eftirtektar
SEV kunnaði Sjóvar kommunu um sínar ætlanir á Selatrað. Borað verður suður til Sandá, men ikki upp í ánna
Artur Johansen, borgarstjóri, sigur, at Sjóvar kommuna hevur tikið ætlanirnar hjá SEV á Selatrað til eftirtektar.

13.09.2012 - 15:09

- Sev ger sum tað vil í undirgrundini. Vit hava fingið eina kunning um ætlanina, og hana hava vit tikið til eftirtektar.

Soleiðis sigur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, um ætlanina hjá SEV um at halda fram við boringini suður til Sandá, hóast felagsskapurin hevur fingið greið boð frá Sjóvar kommunu um, at hon ikki gevur loyvi til at taka vatnið í Sandá til streymframleiðslu.

Bora ikki upp í ánna

Avgerðin varð tikin í kommunustýrinum fyri einum ári síðani, eftir at allir borgararnir á Selatrað heittu á kommunustýrið um at nokta SEV at taka vatnið úr áunum, ið renna gjøgnum Selatraðar bygd. Nevndin í SEV hevur nú tikið avgerð um at bora suður til Sandá kortini, men ikki at bora upp í ánna.

Á henda hátt fáa komandi ættarlið møguleika fyri at velja ein bíligan hátt at taka avgerð um at fáa eina millión kilowatt av grønari orku um árið, um áhugin er til tess. Soleiðis ljóðar grundgevingin hjá SEV nevndini at brúka fýra milliónir krónur eyka til at bora hesar 600 metrarnar afturat.

Kunnaðu frammanundan

Borgarstjórin fyri Sjóvar kommunu sigur, at SEV kunnaði kommunustýrið, áðrenn ætlanin varð almannakunngjørd týsdagin.

- Vit tóku kunningina til eftirtektar, tí SEV hevur rættin til at gera hetta. Okkara heimild er bert at geva loyvi til at taka vatnið úr ánni, og tað eru ongar ætlanir um tað í hesum umfari, staðfestir Artur Johansen.

Kommunustýrið avgjørdi at kunna sínar borgarar um hetta á heimasíðuni hjá kommununi. Ongin borgari í kommununi hevur mótmælt hesum, sigur borgarstjórin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársgudstænasta 2025
201865
Mikudag 31. desember
Christian Matras (2:2) - teknmálstulkað
202105
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051