Kvívíkingar vilja upp í Tórshavnar kommunu

Kvívíkingar vilja upp í Tórshavnar kommunu
Býráðið viðger í kvøld umsókn frá Kvívíkar kommunu um samanlegging. Men borgarstjórin væntar ikki, at Havnin og Kvívík leggja saman í fyrstu atløgu
Kvívíkar kommuna vil sleppa upp í høvuðsstaðarkommununa, men tað verður neyvan í bræði, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

13.09.2012 - 14:01

Býráðið í Havn fer á fundi í kvøld at taka støðu til eina umsókn um samanlegging, sum Kvívíkar kommuna sendi fyri meira enn einum ári síðani. Eftir at Kvívíkar kommuna hevði hildið eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, har greiður meiriluti var millum borgarnar at leggja saman við Havnini, varð umsókn send til Havnar.

Men brævið úr Kvívík varð ongantíð viðgjørt. Orsøkin var, at Innlendismálaráðið kom við ætlan um at halda eina vegleiðandi fólkaatkvøðu fyri alt landið. Tann fólkaatkvøðan hevur verið, og nú skal umbønin viðgerast í býráðnum, so at Kvívíkar kommuna kann fáa eitt svar.

56 prosent fyri at leggja saman

Á vegleiðandi fólkaatkvøðuni í mai mánaði atkvøddu 56 prosent av veljarunum í Kvívík fyri samanlegging og 43 prosent atkvøddu ímóti.

Hinvegin var ein greiður meiriluti ímóti samanlegging millum borgarnar í Tórshavnar kommunu. Bara 23 prosent vóru fyri, meðan 65 prosent vóru ímóti meðan 12 prosent av atkvøðunum vóru blankar ella ógildugar.

Neyvan samanlegging

Heðin Mortensen borgarstjóri í Havn sigur við útvarpið, at býráðið skal hava høvið til at viðgera umsóknina, men at tað neyvan verður talan um eina samanlegging í fyrsta umfari. Men Tórshavn og Kvívík eru grannakommunur, og møguleikarnir fyri samstarvi eru nógvir, heldur borgarstjórin.

- Tað eigur at bera til at samstarva á fleiri økjum, hóast kommunurnar ikki verða lagdar saman, sigur Heðin Mortensen, og nevnir eitt nú sløkkilið, eldraøkið, skúlaøkið og tænastur av ymsum slag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635