- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvívík sleppur ikki upp í Havnina

Havnin og Kvívík vera ikki ein kommuna í hesum umfarinum. Í gjárkvøldið viðgjørdi býráðið í Havn eina umsókn um samanlegging, sum Kvívíkar kommuna sendi fyri meira enn einum ári síðani. Men svarið úr Havn er greitt, tað verður eingin samanlegging sum er.

Eingin býráðslimur tók undir við samanlegging, og fimm av býráðslimunum atkvøddu ímóti.

Kvívíkingar vildu uppí

Tað var annars eftir at Kvívíkar kommuna hevði hildið eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, har greiður meiriluti var millum borgarnar at leggja saman við Havnini, at umsóknin varð send til Havnar.

Men brævið úr Kvívík varð ongantíð viðgjørt, tí Innlendismálaráðið kom vil ætlan um at halda eina vegleiðandi fólkaatkvøðu fyri alt landið. Á vegleiðandi fólkaatkvøðuni í mai mánaði atkvøddu 56 prosent av veljarunum í Kvívík fyri samanlegging, og 43 prosent atkvøddu ímóti.

Havnin segði nei

Hinvegin var ein greiður meiriluti ímóti samanlegging millum borgarnar í Tórshavnar kommunu. Bert 23 prosent vóru fyri, og 65 prosent vóru ímóti. 12 prosent av atkvøðunum vóru blankar ella ógildugar.