- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jaspis og Ametyst eisini slopnir til fiskiskap

Trolararnir Jaspis og Ametyst, sum Fiskiveiðueftirlitið legði í tvær vikur, sluppu at fiska aftur fríggjadagin, hóast teir bara høvdu ligið í fimm dagar.

Tað hendi, eftir at Føroya rættur á middegi fríggjadagin bað Fiskiveiðieftirlitið endurskoða avgerðina um at leggja Stjørnuna og Smaragd fyri ov stóra hjáveiðu av sild, tá teir fiskaðu makrel.

Sambært útskurðinum hjá Føroya rætti skal Fiskiveiðieftirlitið grundgeva betur fyri sínum avgerðum, og eisini taka onnur atlit enn bara talvuna, sum sigur, at so og so nógv prosent av sild geva so og so nógvar vikur veiðibann.

JFK Trol, sum eigur Stjørnuna og Smaragd, kærdi avgerðina hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Føroya rættur viðgjørdi málið mikudagin og úrskurðurin kom fríggjadagin. Tá høvdu skipini ligið í seks dagar. Men kom úrskurðurin hjá rættinum sama dagin, sum skipini vórðu løgd, sluppu teir eisini út aftur tann dagin, hóast tey høvdu alt ov nógva sild.

P.f. Ametyst kærdi eisini

P/f Ametyst, sum eigur Ametyst og Jaspis, kærdi eisini. Men tað málið var ikki viðgjørt í rættinum, tá úrskurðurin í hinum málinum kom í gjár. Og tað verður heldur ikki viðgjørt. Jaspis og Ametyst kundu eisini loysa fríggjadagin, tá tað gjørdist greitt, hvat Føroya rættur heldur um avgerðirnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum.

Fiskiveiðieftirlitið fer at nærlesa úrskurðin hjá Føroya rætti um Stjørnuna og Smaragd.