- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsverk: 70 mió. kr. eyka til Skúladepilin

Neyðugt verður við 70 milliónum krónum í eykajáttan, um miðnámskúladepilin í Marknagili skal verða bygdur í sínum upprunaliga líki. Tað sigur Landsverk í svari til byggiharran, Mentamálaráðið.

Landsverk hevur endurskoðað Marknagilsverkætlanina, og hevur lagt trý uppskot um loysnir fyri Mentamálaráðið, nú skúladepilin gjørdist 155 milliónir krónur dýrari, enn Landsverk upprunaliga metti.

Landsverk mælir Mentamálaráðnum til at fremja verkætlanina, so Marknagilsdepilin verður bygdur í tí líki, hann er ætlaður í dag - tó við broytingum, sum ikki fara at ávirka viksemið á skúlanum.

70 mió. kr. eyka

Henda loysnin fer at krevja 70 milliónir krónur í eykajáttan. Landsverk roknar haraftrat við eini príshækking, ið verður 15 milliónir krónur, til 2016. Tískil verður talan um góðar 85 milliónir krónur í eykajáttan.

Samlaða íløgan fyri 2012 er 461 milliónir krónur. Í verklagslógini, sum Løgtingið samtykti í 2008, var játtanin 391 milliónir krónur. Landsverk metir í øðrum lagi, at neyðugt verður ikki við eykajáttan, um skúladepilin verður skerdur við 7.300 fermetrum í vídd.

Mælir frá

Landsverk mælir tó Mentamálaráðnum frá at velja hesa loysnina, tí tá verður ómøguligt at hýsa ætlaða virkseminum á skúlanum, sigur Landsverk. Um løgtingið ikki er sinnað at veita eykajáttan, mælir Landsverk til eina triðju loysn, sum er at bjóða tær tríggjar størstu arbeiðstøkurnar út av nýggjum.

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, fer seinni í dag á fund við bygginevndina og politiska fylgibólkin um miðnámsskúlaætlanina í Marknagili.