Gjaldið til Heilsutrygd ásett eftir inntøku

Gjaldið til Heilsutrygd ásett eftir inntøku
Øll, sum tjena meiri enn 19.000 kr. um mánaðin, skulu gjalda meiri, enn tey gera nú
Á skrivstovuni hjá Heilsutrygd í Klaksvík. Á nýggjárinum verður mánaðargjaldið til Heilsutrygd ásett eftir inntøku.

26.09.2012 - 10:06

Øll, sum tjena meiri 19.000 krónur um mánaðin, skulu gjalda meira til Heilsutrygd næsta ár. Landsstýrið, sum seinastu dagarnar hevur telvað um uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár, ætlar at gera grundleggjandi broytingar í heilsutrygdargjaldinum.

Í stuttum merkir tað, at lágu inntøkurnar fara at gjalda minni, meðan hægru inntøkurnar gjalda meira. Í dag gjalda øll, eldri enn 18 ár, 265 krónur um mánaðin til Heilsutrygd. Hetta er gjaldið, sama hvør inntøkan er.

Ásett eftir inntøku

Men frá 1. januar komandi ár verður tað soleiðis, at gjaldið fyri ein stóran part verður ásett eftir inntøku. Útvarpið skilir, at talan verður um eitt grundgjald, sum svarar til 150 krónur um mánaðin, og so eitt inntøkuregulerað gjald, sum svarar til 0,6 prosent av inntøkuni.

Tað merkir, at ein lesandi, sum fær 3.800 krónur í lestrarstuðuli um mánaðin, skal gjalda knappar 173 krónur um mánaðin. Tað vil siga 92 krónur minni enn í dag.Tjenar tú 35.000 krónur um mánaðin, er rokningin frá heilsutrygd 360 krónur um mánaðin, 95 krónur meira enn í dag.

Men er mánaðarligi lønarkekkurin 150.000 krónur, skalt tú gjalda 1050 krónur um mánaðin til Heilsutrygd.

Markið er 19.000 kr.

Runt roknað fara inntøkur, sum eru hægri enn góðar 19.000 krónur, at gjalda meira til Heilsutrygd næsta ár. Hjá hinum, sum liggja undir, verður rokningin minni, skilst á upplýsingum, sum útvarpið hevur fingið.

Tað hevur leingi verið ætlanin, at gjaldið til Heilsutrygd skuldu fara um skattin. Broytingin skuldi koma í gildi 1. januar í ár, men av tí at landsstýrið ikki kundi semjast um ein leist, varð broytingin útsett til 1. januar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. desember
Jambalaja - 131225
201467
Leygardag 13. desember
Vikugesturin: Hetta kann eg ikki liva við
201465
Leygardag 13. desember
Vikan 13. desember 2025
201459
Leygardag 13. desember
Upp á tá - 121225
201455
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392