Handil við veiðiloyvum sleppur at halda fram

Handil við veiðiloyvum sleppur at halda fram
Meirilutin í Vinnunevndini mælir tinginum frá at samtykkja uppskot frá andstøðuni
Meirilutin í Vinnunevndini mælir tinginum frá at samtykkja trý andstøðuuppskot um broytingar í fiskivinnulógini.

26.09.2012 - 09:46

Royndirnar hjá andstøðuni at broyta fiskivinnupolitikkin hava ikki undirtøkuni í samgonguni. Meirilutin í Vinnunevndini mælir tinginum frá at samtykkja trý andstøðuuppskot.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn skjóta upp at loyva fiskiførum at býta fiskidagar um við onnur fiskirættindi. Nevndarlimirnir hjá samgonguni í Vinnunevndini siga, at heimildin, sum landsstýrismaðurin fær í lógaruppskotinum, er í móti andanum í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Uppskotið elvir eisini til iva hjá teimum, sum ikki hava fiskidagar, tí óvist er, hvussu nógv verður tikið av teirra kvotum at lata fyri fiskidagar.

Óbrúktir dagar

Tjóðveldi og Framsókn vilja eisini hava, at í hvørjum bólki eiga skip ella bátar, sum brúka allar sínar fiskidagar, at sleppa fram at døgunum hjá teimum, sum ikki brúka teir, tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur at kunna taka aftur óbrúktar fiskidagar og lata ella selja øðrum teir. Fiskimálaráðið kann eisini lata dagarnar liggja fyri at stilla veiðitrýstið.

Ímóti gera broytingum í tíð og ótíð

Meirilutin í Vinnunevndini er ímóti, at broytingar vera gjørdar í høvuðsvinnuni í tíð og ótíð. Meirilutin sigur, at hann fekk staðfest í nevndarviðgerðini, at uppskotið kann skiljast sum ein spíri til fiskidagasølubúðina, sum Tjóveldi ætlar at stovna.

Tjóðveldi og Framsókn siga, at allir flokkar hava skrivað undir, at ein brúksskylduskipan skal setast í gildi.

Javnaðarflokkurin eisini ímóti

Triði andstøðuflokkurin, Javnaðarflokkurin, mælir, eins og samgongan, frá at samtykkja uppskotið. Sambært uppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild til at taka óbrúktar dagar og lata teir øðrum at brúka. Hetta fer at økja veiðitrýstið.

Og bara Tjóðveldi tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi um at forða fyri handli við veiðiloyvum.Sama uppskot varð felt í vár. Men tá stóðu allir tríggir flokkarnir í andstøðuni aftan fyri uppskotið.

Men nú siga Javnaðarflokkurin og Framsókn, at ávísur vandi er fyri, at stórur partur av fiskivinnuni møguliga dettur niðurfyri, um lógin verður broytt munandi.  Flokkarnir vilja bíða eftir bólkinum, sum nú er farin at orða ein nýggjan fiskivinnupolitikk.

Og í øllum trimum álitinum hjá Vinnunevndini vísir meirilutin, samgongan, á, at samgongan arbeiðir saman við øllum flokkum við broytingum í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439