- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kynsliga misnýtt fáa barnahús

Landsstýriskvinnan í almannamálum ætlar at menna eina
serstaka tilbúgving til børn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og øðrum
harðskapi. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 eru 500.000 krónur settar av til eitt føroyskt Barnahús.

Hugtakið Barnahús verður í hinum norðurlondunum brúkt til at
lýsa karmarnar fyri einum tvørfakligum samstarvi, har barnið er í miðdeplinum. Talan er ikki um eitt hús, men um skipaðar karmar og
samstarv, sum eru til reiðar beinanvegin, tá ið eitt barn hevur verið fyri
kynsligum ágangi.

Skjót hjálp

Ætlanin við Barnahúsinum er at veita skjóta og góða hjálp, við fortreytunum hjá barninum sum grundarlag. Øll medisinsk, sálarlig og løgfrøðilig hjálp
og viðgerð verður savnað undir sama taki, við støði í tørvinum hjá barninum og
familjuni.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur, at stórur tørvur er á einum Barnahúsi. Tað hevur kjakið um kynsligan ágang seinastu dagarnar eisini víst, sigur hon. Tann hálva milliónin, sum er sett av á fíggjarlógini næsta ár, skal brúkast at fyrireika og skipa Barnahúsið.