- Tíðindi, mentan og ítróttur
Inntøkan hjá Heilsutrygd verður óbroytt

Landsstýrið væntar at fáa nærum somu inntøku frá heilsutrygdargjaldinum næsta ár, hóast skipanin verður broytt frá at vera eitt fast mánaðargjald til at vera eitt prosenttal av lønarinntøkuni.

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013 verður roknað við, at knappar 116 milliónir krónur koma inn í heilsutrygdargjaldi næsta ár. Hetta er bara ein góð millión krónur meira enn inntøkujáttanin er í hesum árinum

Gjaldið fíggjar 73 prosent

Sostatt gevur umskipanin av heilsutrygdargjaldinum ikki stórvegis meira at fíggja heilsutrygdarskipanina. Tað, sum kemur inn í heilsutrygdargjaldi, røkkur til umleið 73 prosent av útreiðslunum hjá stovninum. Sostatt verða 27 prosent av heilsutrygdini fíggjað yvir skattin.

Hetta er ikki nakað nýtt. Undir sjúkrakassaskipanini, sum var, áðrenn lógin um Heilsutrygd kom í gildi fyri skjótt trimum árum síðani, átók landskassin sær eisini ein fjórðing av sjúkrakassaútreiðslunum.

Fyri stovnin Heilsutrygd hevur tað einki at siga, at gjaldið verður broytt, frá at vera eitt fast mánaðargjald til at vera eitt fast, nakað minni mánaðargjald umframt ein prosentpart av lønarinntøkuni.

- Vit fáa eina játtan á fíggjarlógini, og henni arbeiða vit eftir. Vit eru ikki bundin av inngjaldinum, tí vit fáa eina játtan á fíggjarlógini, og pengarnir, sum tú og eg rinda í heilsutrygdargjaldi, fer beinleiðis í landskassan. Tað sigur Jan Danielsen, stjóri á Heilsutrygd.

Gjalda eftir lønarinntøku

Broytingin í Heilsutrygdargjaldinum ber í sær, at í staðin fyri at rinda eina fasta upphædd um mánaðin - í ár er hon 265 krónur fyri øll yvir 18 ár við A-inntøku - so skulu vit rinda 160 krónur um mánaðin pluss 0,55 prosent av lønarinntøkuni.

Í síðstu viku - tá vit bóru tíðindini um nýggja heilsutrygdargjaldið - nevndu vit nøkur onnur tøl, og tað vóru eisini tey, sum stóðu í lógaruppskotinum, ið varð almannakunngjørt á heimasíðuni hjá løgtinginum fríggjadagin.

Tølini broytt

Men tølini vórðu regulerað í síðstu løtu. Í staðin fyri 150 krónur um mánaðin í føstum gjaldi, verður tað sambært uppskotinum 160 krónur um mánaðin. Í staðin er prosentparturin reguleraður úr 0,6 prosentum niður í 0,55.

Henda reguleringin, ið gjørd varð í evstu løtu, áðrenn uppskotið var borið í løgtingið, hevur lítlan og lítlan og ongan týdning fyri gjaldið samanborið við fyrra uppskotið.

Uppskotið ber í sær, at tey, ið hava eina ársinntøku upp í 229.000 krónur - tað eru góðar 19.000 krónur um mánaðin - sleppa við lægri heilsutrygdargjaldi, meðan tey, ið vinna meira enn 229.000 krónur árliga, skulu gjalda meira.

39.000 føroyingar eru við til at rinda heilsutrygdargjald. 24.000 fólk fara at rinda minni, meðan 15.000 fólk fara at rinda meira, sambært lógaruppskotinum.