- Tíðindi, mentan og ítróttur
30 fulltíðarstørv á Landssjúkrahúsinum í vanda

Vandi er fyri, at eini 30 fulltíðarstørv á Landssjúkrahúsinum rúka næsta ár, og í ringasta føri verða millum 30 og 50 starvsfólk rakt.

Tað skrivar Sosialurin í dag.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum skal Landssjúkrahúsið spara 800.000 krónur, og eingin játtan verður latin fyri lønarhækkingar og príshækkingar, sum verða næsta ár.

10 mió. kr.

Tí verður Landssjúkrahúsið noytt at spara 10 mió. kr., sigur Tummas í Garði, varastjóri, við blaðið. Fíggjarætlanin er 400 millónir krónur, og skulu 10 milliónir sparast, fer tað at krevja stór inntriv. Tað svarar til eini 30 fulltíðarstørv, sigur Tummas í Garði.

800 fólk starvast á Landssjúkrahúsinum. Leiðslan situr í løtuni og telvar við ymsu deplarnar á sjúkrahúsinum, í eini roynd at finna sparingar.

Brúkaragjøld

Tummas í Garði sigur við Sosialin, at leiðslan vil sleppa at taka brúkaragjøld frá fólki, til tess at bøta um spentu fíggjarstøðuna. Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er at taka 100 krónur frá teimum, sum brúka skaðastovuna.