- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjóða nú arbeiðið út

Tekjan, trækonstruksjónin og tornið eru tikin av á Saltsiloini á Drelnesi, og nú standa bara bogarnir og betongið eftir. Saltsiloin sær tí soleiðis út, sum hon gjørdi upprunaliga, áðrenn tekja varð løgd á.

Ólavur Rasmussen, verkætlanarleiðari, sigur, at fyrst í november verður arbeiðið upp á Saltsiloina boðið út, og ætlanin er at skriva undir sáttmála við byggifelagið fyri jól. Arbeiðið kann so byrja fyrst í nýggja árinum.

Saltsilogrunnurin hevur fingið 20 milliónir krónur úr landskassanum, 20 milliónir úr Maersk-grunninum og 18 milliónir úr ríkis kassanum til at umvæla Saltsiloina, sum skal vera eitt mentanarhús.