Virknis- og umlættingardepil í Sandoynni

Virknis- og umlættingardepil í Sandoynni
Verkætlanin verður mett at kosta slakar 12 mió. kr. Landsstýriskvinnan hevur biðið tingið um heimidl at fara undir ætlanina
Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur biðið tingið um heimild at fara undir eina verkætlan um virknis- og umlættingardepil í Sandoynni. Ætlanin verður mett at kosta slakar 12 mió. kr.

09.10.2012 - 16:37

Ætlanin er at byggja virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur biðið løgtingið um heimild at fara undir verkætlanina, sum í mesta lagi skal kosta slakar 12 milliónir kr. Landsstýriskvinnan hevur avgjørt at raðfesta eitt tilboð í Sandoynni, hóast verkætlanin ikki er endaliga viðgjørd.

Karmur um virksemi hjá Stuðulsfólkaskipanini

Virknis- og umlættingardepilin í Sandoynni skal verða karmur um virksemið hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn í Sandoynni og eitt landsumfevnandi tilboð, ið gevur øllum børnum og ungum við serligum avbjóðingum møguleika fyri at fáa umlætting um vikuskiftið.

Í løtuni eru seks børn í Sandoynni, ið fáa tilboð frá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn, og Almannaverkið hevur upplýst, at 34 børn og ung hava tørv á umlætting um vikuskiftið. Á leið 19 ung við serligum avbjóðingum kunnu gagnnýta eftirskúlalíknandi tilboðið, sum depilin eisini skal fevna um.

Liðugur í 2017

Tekur løgtingið undir við at byggja virknis- og umlættingardepilin, verður ein bólkur settur at gera eitt fakligt tilmæli um ítøkiliga innihaldið í tilboðnum. Síðani verður ein bygginevnd sett, sum skal gera tilmæli um staðseting, hølir, kostnaðarmeting og byggiskrá.

Annika Olsen sigur, at eftir ætlan skal depilin takast í nýtslu í 2017. Í fíggjarkarminum fyri 2015 og 2016 eru settar av tilsamans 11,9 milliónir kr. til verkætlanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028