- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit eru 187 færri í Føroyum

Fólkatalið í Føroyum minkar støðugt.

Seinasta uppteljingin hjá Hagstovuni vísir, at 1. august búðu 48.521 fólk í Føroyum. Hetta eru 187 færri enn 1. august árið fyri.

Hesar 12 mánaðirnar vórðu 582 føroyingar føddir, meðan 395 doyðu. Burðaravlopið er 187, og tað eru 71 færri enn somu tíð árið fyri. Samstundis fluttu 374 fólk fleiri av landinum, enn tað fluttu til landið.

Í 2004 var burðaravlopið 334, men nú er tað minkað niður 187. Havstovan sigur, at orsøkin er ikki, at føroysku kvinnurnar eiga færri børn, enn tær hava gjørt. Trupulleikin er, at talið av kvinnum í burðarførum aldri er minkað so nógv.