Hagstovan ávarar ímóti at taka Landsbankan av

Hagstovan ávarar ímóti at taka Landsbankan av
Tað verða seráhugamálini hjá bankunum, sum verða best røkt, um Landsbanki Føroya verður tikin av, sigur stjórin á Hastovuni í hoyringarskrivi
Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovuni, sigur, at tað eru seráhugamálini hjá bankunum, sum verða best røkt, um Landsbankin verður avtikin, meðan felagsáhugamálini hjá Føroya fólki verða misrøkt.

11.10.2012 - 14:08

Tað er ein skeiv avgerð at taka Landsbanka Føroya av.

Herman Oskarsson, stjóri í Hagstovu Føroya, leggur ikki fingrarnar ímillum í sínum hoyringarsvari til Løgtingið og Fíggjarmálaráðið um ætlanina at avtaka Landsbanka Føroya og leggja virksemið undir Gjaldstovuna, Hagstovuna og Fróðskaparsetrið.

Hagstovustjórin fer aftur til upprunaligu ætlanina við Landsbankanum eftir grundgevingum, hví tað er neyðugt við einum "tjóðbankalíknandi stovni" at tryggja óhefta ráðgeving í fíggjarmarknaðarmálum.

Dagføra lógina

Hagstovan mælir í staðin til, at lógin fyri Landsbankan verður dagførd, soleiðis at stovnurin betur fær spælt tann leiklut, sum tørvur er á.

- Tí tørvur er á einum óheftum stovni til fíggjarmarknaðarliga ansing og makrobúskaparligt eftirlit.

Hagstovan vísir á, at tørvurin á Landsbankanum er størri í dag, enn hann var, tá lógin varð samtykt fyri 30 árum síðani. Herman Oskarsson, stjóri á Hagstovuni, sigur í hoyringarsvarinum, at tað eru seráhugamálini hjá bankunum, sum verða best røkt,  um Landsbankin verður avtikin, meðan felagsáhugamálini hjá Føroya fólki verða misrøkt.

Hagstovuni dámar einki, um tað verður "bókhaldarar á landsins lønarlista", sum skulu greiða uppgávurnar, iðLandsbankin hevur havt um hendi. Aftur her verður víst á upprunalógina fyri Landsbankan, sum tryggjar, at ráðgevingin frá stovninum er óheft av tí aktuella politiska stýrinum, og óheft av seráhugamálunum hjá privatum bankum. Lógin tænir fólkinum og ikki bureaukratinum ella peningamaktini, stendur í hoyringarsvarinum.

Óheftni ikki tryggjað

Herman Oskarsson vísir eisini á, at óheftni í ráðgevingini ikki verður tryggjað við at seta á stovn eitt Gjaldstovuráð.

- Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum setir stjóran á Gjaldstovuni og hevur embætislig viðskifti við henda stovnsleiðaran á Gjaldstovuni, sum við einhvønn annan stovnsleiðara. Landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av øllum øðrum virksemi á Gjaldstovuni og hevur tað vald á virkseminum, sum aðrir landsstýrismenn hava á landsstovnum undir sínum aðalráði.

Setta Gjaldstovuráðið fer tí ikki í verki at fáa tað vald og tann myndugleika, sum tí er tilskrivað at hava í lógini, stendur í hoyringarskrivinum frá stjóranum á Gjaldstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297