- Tíðindi, mentan og ítróttur
Høvdu 50 krónur at liva fyri um dagin

200 av barnafamiljunum, sum í fjør fingu jólahjálp frá "Í menniskjum góður tokki," høvdu 50 krónur ella minni at liva fyri um dagin. Tað hevur hjálparfelagsskapurin greinað seg fram til út frá umsóknunum, sum komu í fjør .

Sambært "Í menniskjum góður tokki" livdu 596 av teimum 910 børnum, sum fingu jólahjálp, í familjum, ið høvdu færri enn 100 krónur um dagin at liva fyri.

- Upphæddirnar, familjurnar hava at liva fyri, og tað, tær fortelja okkum í sínum umsóknum, geva eina greiða ábending um, at vit í Føroyum hava familjur, sum liva í djúpum fátærkadømi, sigur Annlis Bjarkhamar, stigtakari til "Í menniskjum góður tokki" í tíðindaskrivi.

Nógvar orsøkir

Sambært útgreiningini eru orsøkirnar til, at fólk eru sperd fíggjarliga, ymiskar. Men tey flestu, sum fáa almennar veitingar, eitt nú forsorg, fyritíðarpensjón og lestrarstuðul, eru illa fyri. Tað sama eru nógv av teimum arbeiðsleysu, sum fáa frá pengar úr ALS ella barsilspening úr Barsilsskipanini.

- Hetta gevur okkum eina greiða ábending um, at tær veitingar, sum fólk fáa, eru alt ov lágar, ikki taka atlit at kostnaðarstiginum, og hvat skal til fyri at liva eitt virðiligt lív í Føroyum, er niðurstøðan hjá "Í menniskjum góður tokki."

Fleiri familjur vísa eisini á, at egingjaldið til heilivág tyngdi ómetaliga nógv um fíggjarstøðuna. Og familjur við brádliga íkomnum trupulleikum, so sum hjúnarskilnaði, sjúku ella deyða, hava tað eisini tungt fíggjarliga.

Flest í Havn og Klaksvík

Samanborið við fólkatalið, eru Havnin og Klaksvík yvirumboðað við familjum, sum søkja um jólahjálp. Hetta eru eisini býirnir, har tað er nógv dýrast at liva. Tølini fyri størru plássini eru ikki ólík tølum úr øðrum londum.

"Í menniskjum góður tokki" læt í fjør eina millión krónur sum gávukort í jólahjálp til 444 familjurnar. Og sambært hjálparfelagsskapinum, er onki, sum bendir á, at tørvurin á hjálp verður minni í ár enn undarfarin jól, heldur tvørturímóti.

Seta minstamark

- Arbeiðsloysisstuðulin er lækkaður, nógv langtíðararbeiðsleys eru eisini dottin úr ALS, og eru annaðhvørt endað á forsorg, ella hava onga veiting yvirhøvur, staðfestir "Í menniskjum góður tokki."

Felagsskapurin heitir á politikararnar um at fáa ásett eitt mistamark fyri, hvussu lítið ein familja skal hava av pengum fyri at lívbjarga sær í føroyska samfelagnum, og út frá hesum áseta almannaveitingar, arbeiðsloysisstuðul o.s.fr.