- Tíðindi, mentan og ítróttur
Musikkskúlin í Havn boðin út næsta ár

Arbeiðið at byggja nýggjan Musikkskúla í Havn verður boðið út um eitt ár.

Tórshavnar kommuna hevur júst undirskrivað sáttmálar við ráðgevararnar, sum skulu vera við í projekteringini. Á odda fyri ráðgevaraliðnum er arkitektavirkið Kontrast hjá Mayfinni Norðoy, sum hevur teknað uppskotið til Musikkskúlan, ið skal byggjast á fløtuni eystan fyri Norðurlandahúsið.

Aðrir ráðgevar í toyminum eru Landsbyggifelagð, HMP Consult og Sofus M. Jakobsen, ráðgevandi verkfrøðingar. Projekteringin verður liðug hálvan september næsta ár, og arbeiðið at byggja sjálvan skúlan verður boðið út um eitt lítið ár.

Seinkað eitt ár

Málið er seinkað eitt ár, eitt nú av viðgerð hjá friðingarmyndugleikum, men nú er komið hagar til, at farast kann undir projekteringina.

Nýggi Musikkskúlin verður um 2000 fermetrar til støddar. Í núverandi hølum hevur Tórshavnar Musikkskúli einar 700 fermetrar tøkar. Musikkskúlin verður í tveimum bygningum. Í tí størra verða frálæruhøli, felags høli og høli til umsiting.

Tann minni bygningurin verður eitt orkesturhøli, har stór og smá kór og orkestur kunna venja og hava framførslur. Einar 12 mió kr eru tøkar til byggingina árið 2013 út.