Landsrætturin viðger størsta skattamál í Føroyum

Landsrætturin viðger størsta skattamál í Føroyum
P.f. Vinnan í Gøtu fekk viðhald í Føroya rætti, og Taks er dømt at gjalda peningin aftur við rentu. Taks hevur skotið dómin fyri landsrættin
Hølini hjá Føroya rætti verða nýtt, tá Eystari landsrættur í næstu viku fer at viðgera eitt mál, sum má metast at vera størsta skattamál í Føroyum.

18.10.2012 - 11:09

Landsrætturin fer í næstu viku at viðgera eitt mál, sum helst er størsta skattamál í Føroyum.

Taks sigur, at talan var um fjalda útluting av vinningsbýti, tá 11 eigarar í partafelagnum Vinnuni í Gøtu á heysti í 2005 seldu síni partabrøv í Vinnuni til sítt egna, nýstovnaða holdingfelag, P.f. 30.september 2005.

Sambært Taks áttu teir 11 eigararnir attu at gjalda kapitalvinningsskatt í landskassan fyri søluna, 53,4 milliónir kr., og tað var eisini niðurstøðan hjá skatta- og avgjaldskærunevndini.

Rindaðu undir mótmæli

P.f. Vinnan góðtók ikki avgerðina hjá Taks og skatta- og avgjaldskærunevndini. Eigararnir avgjørdu í fyrstu atløgu at gjalda skattin, 53,4 milliónir kr., men tað varð gjørt undir mótmæli.

Taks varð síðani stevnt. 14. juni í fjør fall dómur, og Føroya rættur gav Vinnuni viðhald.

60 mió. kr.

Føroya rættur dømdi Taks at gjalda Vinnuni peningin aftur við rentu. Tilsamans er rokningin 60 milliónir kr., tá sakarmálskostnaðurin, tvær milliónir, er íroknaður. Tí er helst talan um størsta skattamál í Føroyum.

Taks skeyt dómin inn fyri landsrættin, sum fer at viðgera málið, tá hann kemur til Føroya í næstu viku. Tveir dagar eru settir av til viðgerðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Andaktin
208776
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764