- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verður latin leysur alt fyri eitt

Føroya Rættur hevur dømt 21 ára gamla mannin, sum gjørdi um seg í Suðuroynni 7. mai, hálvt annað ára fongsul, men hann verður latin leysur longu í dag.

Maðurin hevur sitið í varðhaldi í góðar fimm mánaðir, og teir verða drignir frá revsingini. Tað, sum er eftir av revsingini, verður gjørt treytað, og tí verður maðurin latin leysur beinan vegin.

Rúsdrekkaviðgerð

Hann er dømdur at verða undir eftirliti av Kriminalforsorgini í tvey ár, og skal hesa tíðina bæði í rúsdrekkaviðgerð og í viðgerð hjá sálafrøðingi. Maðurin missir koyrikortið í hálvt fjórða ár, og hann skal gjalda góðar 22.000 krónur til tryggingina fyri skaðan á ein politibil. Eisini skal hann gjalda sakarkostnaðin.

Maðurin elvdi eisini til stóran skaða á Hotel Øravík, tá hann m.a. setti eld á inni í matstovuni, og í rættinum varð nevnt, at skaðin er umleið tríggjar milliónir kr.

Rætturin tók ikki støðu til endurgjaldsspurningin í dag. Endurgjaldið skal avgerast í einum sivilum rættarmáli fyri seg.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.