Útbúnir lærarar fáa ikki starv

Útbúnir lærarar fáa ikki starv
Formaðurin í Lærarafelagnum heldur, at nú er høvið at skipa fleiri eftir- og ískoytisútbúgvingar til lærarar
Formaðurin í Lærarafelagnum heldur, at tað er sjálvsagt, at um Læraraskúlin framhaldandi tekur um 30 lærararalesandi inn á hvørjum ári, so verður torført hjá øllum at at fáa starv eftir lokna útbúgving.
 
22.10.2012 - 10:20

Ein triðingur av læraranum, sum vórðu lidnir í summar, hevur enn ikki fingið starv. Tað skrivar Skúlablaðið.

Orsøkin er, at lærarastørvini eru fækkað síðani 2009, tí tímajáttanin til skúlarnar er lækkað, einstakir av smáu skúlunum eru niðurlagdir, og harafturat er næmingatalið í fólkaskúlanum lækkað við út við 400 næmingum síðani 2005.

Øll fáa ikki starv

Herálvur Jacobsen, formaður í Lærararfelagnum, sigur við blaðið, at tað er sjálvsagt, at um Læraraskúlin framhaldandi tekur um 30 lærararalesandi inn á hvørjum ári, so verður torført hjá øllum at at fáa starv eftir lokna útbúgving.

Hinvegin vísir hann á, at Læraraskúlin kann ikki liggja stillur við jøvnum millumbilum, og sum støðan er nú, átti at verið høvi at skipað fleiri eftir- og ískoytisútbúgving til lærarar.

Ið hvussu er áttu avvarðandi partar at kannað møguleikarnar, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523