- Tíðindi, mentan og ítróttur
Somu lønarhækking sum starvsfólk hjá landinum

Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava í dag skrivað undir nýggjan trý ára sáttmála. Hann hevur somu lønarhækking, sum varð gjørd í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið.

Sáttmálin gevur limum hjá Starvsmannafelagnum, sum starvast hjá kommunum, 440 krónur í lønarhækking fyrsta árið til mánaðarlønir, ið eru lægri enn 32.000 kr., mánaðarlønir 50.000 kr. og hægri hækka ikki. 1. oktobur næsta ár hækkar lønin aftur 190 krónur pluss 0,9 prosent, og 1.oktobur 2014 er lønarhækkingin 1,9 prosent.

Munurin í lønarhækkingini - differinteringin - dettur burtur í 2013.

Harumframt eru ymsar ásetingar komnar í semjuna, sum bara eru galdandi fyri kommunala økið, t.d.fyri sløkkiliðsfólk, dagrøktarar og SEV. Eisini eru partarnir samdir um í felag at fara undir at skipa fyri átøkum, sum kunnu økja um trivnaðin í tí kommunala geiranum.