35.500 fólk hava valrætt á kommunuvalinum

bannari
35.500 fólk hava valrætt á kommunuvalinum
Veljast skulu til samans 204 kommunustýrislimir í teimum 30 kommununum
Kommunuvalið verður 13. november, og hesaferð hava sløk 35.500 fólk valrætt
 
31.10.2012 - 13:00

35.488 føroyingar hava valrætt á kommunvalinum tann 13. november, upplýsir Innlendismálaráðið.

Veljast skulu til samans 204 kommunustýrislimir í teimum 30 kommununum. Flestu veljarar eru í størstu kommununi í landinum, Tórshavn, har 14.387 borgarar hava valrætt.

Fugloyar kommuna hevur fæst veljarar, 36 í alt. Valstaðið á Hálsi í Havn er tað størsta við 11.722 veljarum, og valstaðið í Mykinesi er tað minsta við 12 veljarum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV