Tveir nýggir borgarstjórar veljast í Suðuroy

bannari
Tveir nýggir borgarstjórar veljast í Suðuroy
Tveir av teimum fimm borgarstjórunum í Suðuroy stilla ikki uppaftur til kommunuvalið 2012. Í Vági og Hvalba skulu nýggir borgarstjórar veljast
Tveir av teimum fimm borgasrstjórunum í Suðuroy stilla ikki uppaftur til hetta kommunuvalið
 
13.11.2012 - 10:00

Fyrsta januar 2013 fáa borgarnir í Vágs Kommunu nýggjan borgarstjóra. Kirstin Strøm Bech úr Javnaðarflokkinum, ið hevur sitið sum borgarstjóri í Vági seinastu átta árini, stillar ikki uppaftur til hetta kommunuvalið.

Í Vági fer stríðið til kommunuvalið hesa ferð serliga fer at verða millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Tað metir Tórður Mikkelsen, tíðindamaður á valredaktiónini hjá Kringvarpinum í Suðuroy.

Veljararnir í Hvalba skulu somuleiðis velja nýggjan borgarstjóra á kommunuvalinum í dag. Otto West úr Fólkaflokkinum, ið hevur verið borgarstjóri í Hvalba seinastu fýra árini, stillar heldur ikki uppaftur til kommunuvalið.

Á kommunuvalinum í 2008 fekk Kirstin Strøm Bech 118 atkvøður í Vági. Otto West fekk 60 atkvøður í Hvalba.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334