Heðin borgarstjóri í Sunda kommunu

bannari
Heðin borgarstjóri í Sunda kommunu
Nývalda bygdarráðið í Sunda kommunu hevur skipað seg
Heðin Zachariasen fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum í Sunda kommunu, og hann verður nú borgarstjóri.
 
15.11.2012 - 10:27
Nýggja bygdaráðið í Sunda kommunu hevur skipað seg.
 
Á fundi í gjárkvøldið varð einmælt samtykt, at Heðin Zachariasen verður borgarstjóri, og Sonni Samuelsen verður varaborgarstjóri. Núverandi borgarstjórin, Kim Durhuus, stillaði ikki uppaftur. 
 
Nevndarsessirnir í nýggja bygdaráðnum vórðu eisini býttir. Nýggi borgarstjórin, Heðin Zachariasen, verður formaður í fíggjarnevndini, varaborgarstjórin, Sonni Samuelsen, verður formaður í byggi- og býarskipanarnevndini. Asbjørn Djurhuus verður formaður í sosialu nevnd, Tordis Dahl verður forkvinna í mentunarnevndini, og Elias Hammer verður formaður í umhvørvisnevndini.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846