Amalia borgarstjóri í Fugloy

bannari
Amalia borgarstjóri í Fugloy
Amalia í Frammistovu verður nýggjur borgarstjóri. Á Húsum verður greitt seinnapartin, um Magni Garðalíð ella Sólarn Isaksen verður borgarstjóri
Kommunustýrini í smáu kommununum eru eisini farin at skipa seg.
 
19.11.2012 - 11:38
Amalia í Frammistovu verður nýggjur borgarstjóri í Fugloyar kommunu. Hetta tykist greitt, hóast nývalda bygdaráðið ikki hevur verið saman enn. 
 
Amalia í Frammistovu væntar ikki, at vandi er fyri nøkrum kvetti í Fugloyar kommunu, og at hon tískil verður borgarstjóri. Amalia í Frammistovu, ið fekk átta persónligar atkvøður á kommunuvalinum, hevur áður sitið í bygdarráðnum, men hetta verður hennara fyrsta skeið sum borgarstjóri. 
 
Hinir báðir, ið vórðu valdir í bygdarráðið í Fugloyar kommunu, eru Jógvan Páll Poulsen og Elias Sonni Zachariasen, við ávikavist sjey og fimm atkvøðum. 
 
Bíða á Viðareiði
 
Nývalda bygdarráðið á Viðareiði hevur ikki skipað seg enn. Tveir av nývaldu limunum eru burturstaddir, og tí ganga helst nakrar vikur, áðrenn høvið verður at savna nývalda bygdaráðið. 
 
Á Viðareiði mátti sitandi borgarstjórin, Hans Jákup Kallsberg, lúta fyri Jógvani Heinesen, ið er fyrstvaldur við 32 atkvøðum - einari atkvøðu fleiri enn Hans Jákup Kallsberg, ið fekk 31 atkvøður. Hini, ið manna nýggja bygdarráðið á Viðareiði, eru Rói Absalonsen, Eyðstein Sørensen og Dánial Viðoy. 
 
Avgerð á Húsum í dag
 
Seinnapartin verður avgjørt, hvør skal standa á odda fyri Húsa kommunu komandi fýra árini. 
 
Magni Garðalíð er fyrstvaldur við 12 persónligum atkvøðum, og hann bjóðar seg eisini fram sum borgarstjóra. Men sambært Magna Garðalíð, hevur hann onga trygd fyri, at hann verður borgarstjóri.
 
Sum skilst, er Sólarn Isaksen, ið er næstvaldur við níggju atkvøðum, eisini sinnaður at standa á odda fyri Húsa kommunu. 
 
Verður  stríðsval, verður tað triðvaldi og síðsti limurin í nývalda bygdaráðnum, Dora Joensen, ið ger av, hvør verður borgarstjóri á Húsum næstu fýra árini. 
 
Bíða eftir Linjohn
 
Nývalda bygdarráðið í Skálavík fer at skipa seg fyrstu viku í desember, tá sitandi borgarstjórin, Linjohn Christiansen, er komin heim. Linjohn Christiansen, ið siglir sum skipari í Grønlandi, varð fyrstvaldur við 26 atkvøðum, Dánial Jákup Jakobsen fekk 22 og Anita Joensen 19.
 
Hini bæði, ið skulu manna bygdarráðið í Skálavík næstu fýra árini, eru Elisabeth Myllhamar og Maj-Brit Lydersen. 
 
Skálavíkar kommuna er einasta kommuna í landinum, har kvinnurnar hava meiriluta í nýggja bygdaráðnum. Av teimum 150 fólkunum, ið búgva í Skálavík, høvdu 126 atkvøðurætt. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270