Andstøðan fegnast um útsetta fiskivinnunýskipan

bannari
Andstøðan fegnast um útsetta fiskivinnunýskipan
Andstøðan er sera fegin um at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur avgjørt at útseta ætlaðu fiskivinnunýskipanina til næstu tingsetu
Andstøðan fegnast um, at fiskivinnunýskipanin hjá landsstýrismanninum er útsett.
 
08.02.2013 - 14:57

Tað gevur betri møguleika fyri semju at bíða við lógaruuppskotinum um nýggja fiskivinnunýskipan, heldur andstøðan.

Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, heldur, at nýskipanaruppskotið er ikki nóg greitt til at taka støðu til, og tí er rættast at bíða. 

Poul Michelsen, formaður í Framsókn, heldur tað eisini vera rættast at bíða. Men hann ásannar, at tað er keðiligt at drála verður í málinum, tí vinnan hevur brúk fyri at vita, hvørjir karmarnir eru. 

Páll á Reynatúgvu, tingmaður í Tjóðveldi heldur, at partarnir standa langt frá hvørjum øðrum, men møguleikarnir verða nú frægari at finna semju.

Og Janus Rein, uttanflokkatingmaður, er samdur við hinum andstøðuflokkunum, at landsstýrismaðurin tók røttu avgerðina at útseta málið. 

Tað var í gjár, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, boðaði frá, at hann útsetir fiskivinnunýskipanina til næstu tingsetu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086