Stjórnarskipanin á tingborð í morgin

bannari
Stjórnarskipanin á tingborð í morgin
Í morgin sleppur løgtingið endiliga at taka støðu til, um tingið skal viðgera uppskotið um stjórnarskipan, sum kom í tingið 7. september í fjør.
Stjórnarskipanin skal aftur á tingborð í morgin, men ein meirluti í formannskapinum ynskir at burturvísa uppskotinum.
 
11.02.2013 - 06:14
Tað eru Tjóðveldi og Framsókn eiga uppskotið. 
 
Fyrsta viðgerð skuldi vera í oktober, men tá bóðu flokkarnir, sum eiga málið, um at fáa viðgerðina útsetta, tí Poul Michelsen var í farloyvi úr tinginum tá.
 
Í oktober samtykti meirilutin í formansskapinum, tríggir av fýra, at mæla tinginum til at vísa uppskotinum burtur eftir at umsitingin hjá løgtinginum hevði løgfrøðiliga eftirkannað uppskotið.
 
Tingið skal tí fyrst atkvøða um tilmælið um burturvísing á fundinum í morgin.
 
Løgtingið skal eisini hava aðalorðaskifti um integratiónspolitikk, um, hvussu útlendingar, sum flyta til Føroya, gerast partur av føroyska samfelagnum. Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, leggur fram eina frágreiðing um tað mikudagin 20.februar.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329