Tosa aftur um stjórnarskipanina

bannari
Tosa aftur um stjórnarskipanina
Rættarnevndin tosar enn einaferð um uppskotið um nýggja stjórnarskipan, men tað gongur ikki við skundi.
Elsebeth M. Gunnleygsdóttir
 
04.04.2013 - 15:56
Rættarnevndin er nú farin at tosa um stjórnarskipanina hjá Tjóðveldi og Framsókn. Men ikki meira enn tað. Innkallingar eru ikki gjørdar til næsta fundin hjá nevndini, sum verður mikudagin.    
 
Rættarnevndin hevur havt uppskotið um stjórnarskipan síðani 11.mars, tá fyrsta viðgerð var í tinginum. Málið var síðani á dagsskránni fyri fýra fundir hjá nevndini, uttan tó at verða viðgjørt. 
 
Í gjár var málið aftur á skránni. Og tá umrøddi nevndin málið fyri fyrstu ferð. 
 
- Vit súlta ikki málið
Men enn hevur nevndin ikki biðið fólk um at koma á fund hjá nevndini í sambandi við málið.
Pálmasunnudag avsannaði forkvinnan í Rættarnevndini, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum, við Útvarpið, at stjórnarskipanin verður "súltað" í nevndini. 
 
At "súlta" eitt uppskot merkir, at tað dettur burtur, tá tingsetan endar á ólavsøku, ella tað ikki verður liðugt viðgjørt, tá tingið fer í summarfrí.
 
Forkvinnan í Rættarnevndini segði, at ætlanin er millum annað at biðja løgmann koma á fund, tí hann hevur sagt alment, at hann kemur við einum uppskoti um stjórnarskipan. 
 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114