Ikki prógvað at Portalurin verður mest lisin

Ikki prógvað at Portalurin verður mest lisin
Brúkaraumboðið sigur, at tá Føroya Tele lýsir við, at Portalurin er mest vitjaða heimasíða, liggur próvbyrðan á teimum
Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina kæru frá Vágaportalinum um portal.fo.
 
03.07.2013 - 20:30
Føroya Tele sleppur ikki longur at lýsa við, at heimasíðan hjá teimum, portal.fo, er nógv mest vitjaða heimasíða í Føroyum.
 
Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina kæru frá Vágaportalinum, og niðurstøðan er, at Føroya Tele  hevur ikki nóg góð prógv fyri, at portal.fo er mest vitjaða heimasíðan í landinum.
 
Føroya Tele hevur í kæruviðgerðini svarað, at portal.fo í mong ár hevur verið ovast á vevmátingarlistanum hjá Gallup.
 
Statt-counter
 
Vágaportalurin er ikki við á Gallup-vevmátingarlistanum, men brúkar Statt-counter. Tá Føroya Tele seinni eisini fekk sær Statt-counter, vístu tølini frá 1. til 7. apríl, at Føroya Tele eisini har hevði fleiri vitjanir enn Vágaportalurin.
 
Men tað er ikki nóg mikið, sigur Brúkaraumboðið. Tá Føroya Tele lýsir við, at portal.fo er mest vitjaða heimasíðan í Føroyum, liggur próvbyrðan á teimum.
 
Brúkaraumboðið sigur í niðurstøðuni, at hóast vevlistin hjá Gallup og Statt-counter siga sítt, so kann hetta ikki brúkast sum próvførsla. Allar føroyskar heimasíður eru ikki á Gallup-listanum, har tað kostar at verða við, og tað eru heldur ikki allar, sum brúka Statt-counter, ið er ókeypis.
 
Bara samanborið við Vágaportalin
 
Brúkaraumboðið vísir eisini á, at Føroya Tele í sínum svari bara hevur samanborið seg við Vágaportalin, og ikki aðrar føroyskar heimasíður við tíðindum.
 
Brúkaraumboðið heitir á Føroya Tele um ikki framhaldandi at lýsa við at vera nógv mest vitjaða heimasíða við tíðindum í Føroyum, fyrr enn nóg gott skjalprógv er lagt fram. Hetta kann til dømis vera frá einum serkønum á økinum og yvirliti yvir vitjanir á føroysku netmiðlunum. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846