Eingin kapping á flogrutuni til Grønlands

Eingin kapping á flogrutuni til Grønlands
Eitt felag, sum ætlar at bjóða Air Greenland av í kappingini, fer neyvan á flog enn
Air Greenland fær neyvan kapping á sínum flogrutum í ár.
 
04.07.2013 - 10:45
Air Greenland, sum flýgur millum Grønland og Danmark, fær neyvan kapping í ár.
 
Eitt nýtt flogfelag, Greenland Express, ætlaði at kappast við Air Greenland og bjóða bíligari ferðaseðlar. Men Gert Brask, sum eigur felagið, sigur við grønlendska kringvarpið, at felagið fer neyvan á flog í ár. Hann gevur landsstýrinum skyldina, tí hann fær ikki loyvi frá tí.
 
Bara spurningar
 
Gert Brask sigur, at hvørja ferð, hann hevur svarað spurningum frá landsstýrinum, fær hann nýggjar spurningar haðani. Áhugin fyri Greenland Express er stórur, sigur stjórin. Felagið hevði kunnað selt 13.000 ferðaseðlar fyrsta dagin, sigur hann.  
 
Felagið hevur í eina tíð givið fólki møguleika at seta seg fyri ferðaseðli við avsláttri fyri niður í 3.725 kr. aftur og fram. Air Greenland ætlaði at byrja flúgving millum Ålborg og Grønland 1.juni og í seinasta lagi 15.juli.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890