Vindrøkt umhugsar støðuna

Vindrøkt umhugsar støðuna
Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, heldur fast við, at vinnukærunevndin hevur viðgjørt kæruna um vindmyllurnar í Húsahaga á skeivum grundarlagi
Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, sigur, at ein møguleiki er at kæra til Umboðsmannin.
 
05.07.2013 - 10:45
Smápartafelagið Vindrøkt hevur ikki avgjørt, hvat nú skal gerast, eftir at Vinnukærunevndin noktaði at viðgera málið um vindmyllurnar í Húsahaga av nýggjum.
 
Vinnukærunevndin sigur, at í umsóknini um uppafturtøku eru ikki nýggjar upplýsingar, sum geva nevndini grundarlag fyri at taka málið uppaftur. Hendan avgerðin hjá Vinnukærunevndini er tí endalig í fyrisitingini. Men hon kann leggjast fyri Føroya rætt, sigur nevndin í niðurstøðu sínari.
 
Og tað er ein møguleiki, sum verður kannaður, at stevna Jarðfeingi, sum gav felagnum hjá SEV og Magn loyvi at seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga.
 
Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, sigur, at ein annar møguleiki er at kæra til Løgtingsins umboðsmann. Men enn er eingin avgerð tikin.
 
Viðgjørt á skeivum grundarlagi
 
Jóhan í Niðristovu sigur, at hjá teimum var ikki talan um at geva Vinnukærunevndini nýggjar upplýsingar. Vindrøkt heldur fast um, at nevndin viðgjørdi og avgjørdi málið eftir skeivari lóg.
 
- Vit kunnu bara enn eina ferð staðfesta, at SEV hevur monopol í Føroyum, sigur stjórin í Vindrøkt.   
 
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at SEV heldur fram við sínari verkætlan í Húsahaga. Men nú er ov seint at fáa myllurnar upp í ár. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770