Sinnisbati blandar seg í málið um Fámará

Sinnisbati blandar seg í málið um Fámará
Felagið Sinnisbati heitir á myndugleikarnar at steðga gongdini í Famará beinanvegin
 
11.07.2013 - 00:45

Í einum almennum brævi til løgmann, landsstýrið og løgtingið vísir Sinnisbati á, at limir, sum felagið varar av, eru fangaðir í meldrinum í trætuni millum tey, sum búgva og virka á festinum í Famará og Búnaðarstovuna.

Sinnisbati sigur millum annað soleiðis í almenna brævinum:

”Uttan at taka støðu til tey juridisku atlitini og mannagongdir, ið sigast vera fylgdar og ikki fylgdar í trætuni millum Búnaðarstovuna og námsfrøingarnar Rakul og Jóhan Dalsgaard, venda vit okkum til tykkara, sum umboða almennu Føroyar, um at hjálpa okkara brúkarum, so teir kunnu halda áfram at búgva og móttaka alternativa námsfrøðiliga tilboðið, sum Rakul og Jóhan Dalsgaard hava ment hesi gott og væl tvey árini, tey hava hildið til í Fámará.”

Arbeiða fyri rættindum hjá sálarsjúkum
Felagið vísir á, at Sinnisbati er áhugafelagsskapur, sum sambært viðtøkunum hevur sum endamál at arbeiða fyri rættindum hjá sálarsjúkum í Føroyum.

- Í friðarligu, vøkru og óspiltu náttúruni í Fámará, samantvinnað við tað, sum námsfrøðingarnir, Rakul og Jóhan Dalsgaard, kunnu bjóða hesum fólkum, hava fleiri fólk við sálarligum trupulleikum av ymsum slag funnið seg til rættis, og tey hava fingið tað munandi betri, sigur Sinnisbati millum annað í brævinum til myndugleikarnar.

Felagið vísir til fleiri fyrimunir, sum fólk við sálarligum trupulleikum kunnu fáa av at vera á garðinum í Fámará. Og tí heitir felagið beinleiðis á myndugleikarnar at steðga ætlanini at reka Rakul og Jóhan Dalsgaard úr Fámará.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065