Landskassin fær meira inn í meirvirðisgjaldi

Landskassin fær meira inn í meirvirðisgjaldi
Landið hevur fingið meira í kassan frá avgjøldum fyrstu seks mánaðirnar í ár samanborið við í fjør
Landskassin hevur fingið meira inn í avgjøldum fyrstu seks mánaðirnar í ár samanborið við í fjør.
Mynd: Savnsmynd  
 
11.07.2013 - 11:30

Landskassin hevur fyrstu seks mánaðirnar í ár fingið í alt 659 milliónir krónur í meirvirðisgjaldi av innflutningi. Tað vísir ein nýggj MVG-uppgerð hjá TAKS. Sama tíðarskeið í fjør fekk landskassin 613 milliónir krónur. Sostatt eru inntøkurnar frá innflutnings meirvirðisgjaldi øktar 46 milliónir krónur sammett við fyrstu seks mánaðirnar í fjør.

Út frá tølum í uppgerðini hjá taks bendir alt á, at føroyingar eru farnir at brúka meira pening uppá marglætisvørur. Talið er tað hægsta síðan  2008, áðrenn fíggjarkreppan rakti.

Vit fáa ein búskaparfrøðing at hyggja eftir hesum tølum til tíðindini kl. 18.00.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040