Framvegis blámusoppur á politistøðini í Havn

Framvegis blámusoppur á politistøðini í Havn
Hóast væl er vaskað, vísa nýggjar royndir, at blámusoppurin er ikki horvin
Nýggjar royndir staðfesta, at blámusoppur er framvegis í bygninginum, har politistøðin í Havn heldur til Yviri við Strond.
Mynd: Savnsmynd  
 
12.07.2013 - 17:00

Fýra kanningar eru gjørdar av inniluftini, síðani politistøðin í Havn flutti í hølini Yviri við Strond fyrst í 2011.

Tvær tær fyrstu kanningarnar staðfestu, at blámusoppur var á politistøðini. Eftir at hølini vóru vaskað, vórðu nýggjar royndir tiknar av veggum, gólvum og gólvkonstruktiónini umframt av luftini og ventilatiónini. Men hesar royndirnar staðfesta altso, at blámusoppur framvegis er í nøkrum hølum. Fyrradagin var fundur millum politiið í Føroyum, Bygningsstyrelsen, sum leigar hølini, og útleigaran, sum eigur hølini, um úrslitini av kanningini og um hvat nú skal gerast.

Kanna møguleikarnar

Haldis Poulsen fyrisitingarstjóri hjá Politiinum í Føroyum sigur, at politiið nú fer at gjøgnumganga kanningarnar nærri og tilmælini um, hvat kann gerast, og at tey samráðast við útleigaran um at finna eina loysn. Hon kann tí ikki siga enn, um talan verður um umvælingar, ella um talan møguliga kann verða um at leiga onnur høli.

Haldis Poulsen leggur afturat, at støðan ikki er ikki álvarsom, men at nógv starvsfólk kenna ampa, sum kann stava frá blámusoppi. Tí er tað sera týdningarmikið at finna eina loysn skjótast gjørligt, sigur fyrisitingarstjórin. Politiið flutti annars úr hølunum í Jónas Broncksgøtu til hølini Yviri við Strond fyrst í 2011, tí at blámusoppur var staðfestur í hølunum í Jónas Broncksgøtu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Christian Matras (2:2) - teknmálstulkað
202105
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051