274 umsøkjarar sleppa á Setrið

274 umsøkjarar sleppa á Setrið
Komandi dagarnar fáa í alt 274 umsøkjarar boð um, at teir eru slopnir inn á Fróðskaparsetrið eftir summarfrítíðina
274 umsøkjarar sleppa á Setrið eftir summarfrítíðina.
 
15.07.2013 - 15:15

Í alt 378 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum. Og av hesum fáa 274 lestrarpláss eftir summarfrítíðina.

Býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soleiðis:


• 13 Føroyskt   
• 16 Orku- og umhvørvisverkfrøði   
• 38 Lærara           
• 38 Námsfrøði       
• 22 Sjúkrarøktarfrøði 
• 32 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi)
• 20 Politikkur og umsiting (samfelagsvísindi)
• 18 Smátjóðir og altjóðagerð (søguvísindi)
• 28 Master í løgfrøði
•   4 Master í føroyskum
• 45 Master í vegleiðing

Í ár varð afturat BA- lestri eisini boðin út MA-lestur: Eftir summarfrítíðina byrja 197 nýggj lesandi sín BA-lestur, meðan 77 fara undir MA-lestur.

- Øll fáa skrivlig boð um sína støðu, og kunnað verður um hvar tey standa á biðilista. Brævbjálvarnir verða sendir umsøkjarunum við posti mánamorgunin 15. juli, boðar Fróðskaparsetrið frá í tíðindabrævi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327