Nú verður P/f Sandoyartunnilin stovnað

Nú verður P/f Sandoyartunnilin stovnað
Partafelagið Sandoyartunnilin verður stovnað seinni í summar
Mynd: savnsmynd  
 
15.07.2013 - 10:00
Á ólavsøku fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at biðja løgtingið flyta eina millión frá játtanini til at fyrireika Eysturoyartunnilin til nýggja partafelagið, Sandoyartunnilin.
 
Tekur tingið undir við tí, fer Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, at stovna Partafelagið Sandoyartunnilin.
 
Tað sigur hann við Útvarpið í dag.
 
Nú eru góð fýra ár síðani, at løgtingið samtykti á vári í 2009, at landsstýrismaðurin í innlendismálum kann stovna partafelag at gera og reka tunnil millum Streymoynna og Sandoynna.
 
Landið skal einsamalt eiga partafelagið. 
 
Politiski fylgibólkurin, sum varð settur fyrr í ár at viðgera alla Suðurleiðina, skuldi hava fund um P/f Sandoyartunnilin í dag. Men fundurin er avlýstur, tí ikki lá fyri hjá øllum at koma á fund.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923