Flogbóltur: Føroyar møta Bermuda í hálvfinaluni

Flogbóltur: Føroyar møta Bermuda í hálvfinaluni
Alt bendir á, at Føroyar skulu spæla ímóti vertstjóðini, Bermuda, í flogbóltskappingini hjá kvinnum
Flogbóltskvinnurnar møta Bermuda í hálvfinaluni
 
17.07.2013 - 14:00

Bermuda er á øðrum plássi í bólki A, og tað er lítið sannlíkt at Cayman Islands fara at fáa tær aftur. Cayman Islands hevur ein dyst eftir, og hann er ímóti Saaremaa, sum hevur vunnið allar sínar dystir sannførandi.

Úrslitini hjá Bermuda í bólkaspælinum benda á, at tað er eitt lið sum kann geva føroyska landsliðnum góða mótstøðu

 

Úrslit hjá Bermuda í bólkaspælinum:

Hitra - Bermuda 0-3 (17-25, 20-25, 22-25)

Bermuda - Saaremaa 0-3 (20-25, 12-25, 18-25)

Bermuda - Cayman Islands 3-0 (25-19, 25-17, 25-22)

 

Hálvfinalan millum Føroyar og Bermuda er á skránni í morgin, hósdagin. Dysturin byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð, og útvarpið sendir beinleiðis

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738