Helst ongin avtala um makrelin fyri 1. august

Helst ongin avtala um makrelin fyri 1. august
Stórtingsvalið í Norra í september kann gera, at eingin semja fæst millum strandarlondini um makrelin fyri 1.august
Íslendski forsætisráðharrin ivast stórliga í, um nøkur loysn verður funnin á makrelmálinum fyri 1. august. Ivin gjørdist ikki minni eftir fund við formannin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, í gjár.
 
17.07.2013 - 09:15

Og tað er 1. august, at ES fer at kunngera, hvussu ES ætlar at revsa Føroyar og Ísland fyri ikki at fiska makrel burðardygt.

Eftir fundin við formannin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, í gjár, segði íslendski forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, at hann ivast stórliga í, um til ber at finna semju um makrelin fyri 1.august.

Val í Norra
Val er í Norra í september, og íslendski forsætisráðharrin væntar ikki, eins og fleiri onnur, at norska stjórnin ger nakra semju um makrelbýtið fyri stórtingsvalið.

Íslendski forsætisráðharrin segði við íslendska kringvarpið eftir fundin við Barroso, at handilsforðingarnar, sum ES fyrireikar, fara ikki út um nakra avtalu í EBS-samstarvinum. Ísland er í EFTA og er tí við í EBS-samstarvinum millum EFTA og ES.

ES fer at halda altjóða avtalur
ES fer heldur ikki út um tað, sum WTO, heimshandilsstovnurin, loyvir, og ES fer eisini at halda aðrar altjóða sáttmálar, sum ES er við í.

Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, segði mánadagin, at handilsforðingar móti Føroyum viðvíkjandi norðhavssildini verða kunngjørdar síðst í juli. Og tá verður fráboðað, hvat ES ætlar at gera viðvíkjandi makrelfiskiskapinum hjá Føroyum og Íslandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489