Skeivt at samanbera allar tunlar

Skeivt at samanbera allar tunlar
Uppskotið at flyta eina millión krónur frá Eysturoyartunlinum til partafelagið Sandoyartunnilin kemur í løgtingið á ólavsøku
Sandoyartunnilin skal samanberast við t.d. Vágatunnilin, sum gevur pening, sigur Jørgen Niclasen.
 
17.07.2013 - 14:30

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann fer á ólavsøku at biðja løgtingið um eykajáttan til nýggja partafelagið.

Allir tunlar kunnu ikki samanberast
Landsstýrismaðurin sigur, at Hovstunnilin og Sandoyartunnilin kunnu ikki samanberast, tí Hovstunnilin hevur ongar inntøkur. Men tað fer Sandoyartunnilin at hava.

Sambært einari greining, sum borgarstjórarnir í Sandoynni fingu grannskoðaravirkið Spekt at gera í fjør, fer bummgjaldið í Sandoyartunlinum at klára allan raksturin hjá tunlinum, og tá verður harafturat eitt sindur eftir til íløguna.  


Ávaraðu í 2005Tá uppskot kom í løgtingið í 2005 um at stovna partafelag til Hovstunnilin, ávaraðu Atli Leo í Fíggjarmálaráðnum og Leivur Harryson, landsgrannskoðari, móti at leggja íløgur uttan fyri fíggjarlógina við at brúka partafelagsleistin.

Uppskotið varð tikið aftur úr tinginum millum aðru og triðju viðgerð.

Á vári í 2009 samtykti løgtingið tó, at landsstýrismaðurin í innlendismálum kann stovna partafelag at gera og reka tunnil millum Streymoynna og Sandoynna. Landið skal einsamalt eiga tað partafelagið.

Jørgen Niclasen sigur, at Sandoyartunnilin skal og kann ikki samanberast við Hovstunnilin, men við Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Vága floghavn, tað eru partafeløg, sum hava inntøkur og fíggja raksturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891