Mandela er 95 ár í dag

Mandela er 95 ár í dag
Tað er hátíðardagur í Suðurafrika í dag, nú Nelson Mandela fyllir 95 ár
 
18.07.2013 - 09:15
Suðurafrikanska friðarhetjan Nelson Mandela hevur verið innlagdur við lugnabruna síðan 8. juni. Støðan hevur verið álvarslig. Fyri trimum vikum síðani varð mett, at hann fór skjótt at doyggja, og miðlar frá øllum heiminum fóru til býin Pretoria, har hann er innlagdur. 
 
Sunnudagin boðaðu suðurafrikanskir miðlar frá, at heilsustøðan hjá honum er batnað.
 
Mandela-dagur
Dagurin 18. juli er eisini soróptur altjóða Mandela-dagur. Tað gjørdi ST av í 2009. Dagurin skal minna okkum á stóra týdningin, hann hevur havt fyri fólkaræði og frið í heiminum. Samstundis mælir felagsskapurin fólki til at elta slóð hansara.
 
Uppskotið kom frá einum landsmanni hjá Mandela í ST, sum sigur, at Mandela er sjálv ímyndin av vón.
 
Fongslaður í 27 ár
Nelson Mandela sat fongslaður á Robben Island í 27 ár fyri at hava stríðst ímóti apartheid. Hann varð leyslatin í 1990. Trý ár seinni, í 1993, fekk hann Nobel-friðarheiðurslønina, og árið eftir var hann valdur til forseta í Suðurafrika, eitt starv hann røkti í fimm ár.
 
Seinastu árini hevur hann verið heilsuveikur. Mandela hevur ikki víst seg alment, síðan landið skipaði fyri heimsmeistaraskapinum í fótbólti í 2010. Men hann hevur tikið móti innanlands- og uttanlands gestum í heimi sínum.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
Morgunlestur hósdagur 15.januar 2026
202444
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554