ES leggur uppskot um revsitiltøk fram 31. juli

ES leggur uppskot um revsitiltøk fram 31. juli
ES Nevndin fer tann 31. juli at leggja eitt uppskot um revsitiltøk fyri Føroyar til atkvøðu í ES nevndini fyri fiski- og alivinnu
ES leggur uppskot um revsitiltøk móti Føroyum fram 31. juli, boðar danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskov frá.
 
19.07.2013 - 19:00

Tað er danski matvøruráðharrin, Mette Gjerskov, sum í dag veit at siga, at ES-nevndin hevur givið limalondunum boð ætlaða uppskotið.

Kvotan ov stór
Uppskotið verður lagt fram, tí Nevndin heldur, at Føroyar hava ásett sær ov stóra sildakvotu.

Mette Gjerskov væntar, at revsitiltøkini fara at herða stríðið millum ES og Føroyar meiri enn neyðugt.

Samráðingarvegurin
Danska stjórnin heldur, at vit áttu at farið samráðingarvegin, og tí arbeiða vit hart fyri at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið til tess at finna eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka, sigur matvøruráðharrin, Mette Gjerskov.

Verða revsitiltøkini hjá ES sett í verk, merkir tað, at Føroyar ikki sleppa at selja sild og makrel á ES-marknaðinum. Men tiltøkini verða eisini vend ímóti okkum sjálvum. ES-londini sleppa ikki at selja skip og skipaútgerð til Føroyar.

Landsstýrismaðurin stendur við sítt
Landsstýrismadurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, heldur framvegis fast vid kravid um at, Føroyar skulu hava 17 prosent av samladu sildakvotuni. Vilja londini samrádast, kann tad koma uppá tal at slaka.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489