Skotar fegnast um handilsforðingar móti Føroyum

Skotar fegnast um handilsforðingar móti Føroyum
Skotar fegnast um, at tiltøk nú verða sett í verk ímóti Føroyum - ikki minst stjórin í felagnum hjá skotskum uppsjóvarfiskimonnum, Ian Gatt
Skotar fegnast um, at tiltøk nú verða sett í verk mót Føroyum.
 
01.08.2013 - 12:44

- Vit heilsa tiltøkunum hjá ES vælkomnum og vóna, at tey fara at senda føroyingum tey greiðu boð, at teirra gerðir als ikki kunnu góðtakast her í 21 øld, og tær fara ikki at verða toldar millum lond, sum taka undir við burðardyggari veiðu, sigur Ian Gatt við blaðið "The Scotsman".

- Boðini til Føroyar eru, at teirra ábyrgdarloysi at hækka kvotuna tríggar ferðir tað, teir fiskaðu framman undan, undir ongum umstøðum fer at verða góðtikið millum tjóðir, sum taka stovnsrøkt í álvara, sigur Ian Gatt við blaðið.

Og Ian Gatt avdúkar, at skotar longu miða eftir, at tiltøkini verða herd.

- Vit hava lagt til merkis, at fiskamjøl, lýsi og laksur eru uttan fyri verandi tiltøk, men hesar vørur kunnu koma uppí seinni, um føroyingar ikki broyta støðu, sigur Ian Gatt.

Hann heitir á føoyingar um at koma til samráðingarborðið, tí tað er har, vit kunnu arbeiða til frama fyri bæði fiskimenn og fiskastovnar, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
211366
Mikudag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju
211364
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331