ES: Íslendingar taka undir við føroyingum

ES: Íslendingar taka undir við føroyingum
Íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson, tekur av fullum huga undir við atfinningunum hjá føroyingum móti ES, sum ætlar at seta Føroyum handilsforðingar
Gunnar Bragi Sveinsson, íslendski uttanríkisráðharrin, finst at ES í ósemjuni millum ES og Føroyar.
 
06.08.2013 - 09:24

Men íslendska ríkisstjórnin hevur ikki umrøtt møguleikan at koma við einari yvirlýsing um, at Ísland stuðlar Føroyum í stríðnum við ES, sigur uttanríkisráðharrin við Morgunblaðið.

Hann sigur, at tað kann ikki góðtakast, at ES, sum er eitt stórveldi, skal hótta lítil lond við handilsforðingum.

Eins og hini strandarlondini góðtekur Ísland ikki føroysku sildarkvotuna. Men tað, sum ES nú ger, loysir ikki ósemjuna, sigur íslendski uttanríkisráðharrin. 

Gunnar Bragi Sveinsson sigur, at setir ES í gildi handilsforðingar móti Íslandi, eru tær ólógligar.

Sambært íslendsku stjórnini eru einastu tiltøk, sum sambært heimshandilsstovninum WTO, eru lóglig, forboð móti beinleiðis landingum hjá skipum, sum fiska eitt nú makrel og sild.

Slíkt forboð hevur Norra havt móti Íslandi og Føroyum í tvey ár. 

Forboð móti øðrum innflutningi eru ólóglig, sigur íslendska stjórnin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659