KT-skipanin hjá Almannaverkinum seinkað

KT-skipanin hjá Almannaverkinum seinkað
KT-heildarskipanin hjá Almannaverkinum er seinkað, so størra helvtin av eykajáttanini til eldraøkið og serforsorgina kemur haðani
KT-skipanin hjá Almannaverkinum seinkað.
 
14.08.2013 - 10:22

Fimm milliónir eru játtaðar til kunningartøknina, telduskipanina, hjá Almannaverkinum í ár. Nú biður Almannamálaráðið um at fáa fýra av teimum fimm milliónunum til eykajáttanina.

Eftirmett
KT-heildarætlanin verður eftirmett í løtuni. Tá tann eftirmetingin er liðug, kemur ætlanin aftur í løgtingið. 

Lógin um stuðul til pápar, sum gjalda barnapengar, er broytt, so har loypur ein millión av í ár, vísa framskrivingar.

450.000 kr. verða tiknar frá ættleiðingarstuðlinum.

Bara eitt barn
Higartil í ár er bara latin stuðul til eitt barn, sum er ættleitt.

Tey flestu vilja hava børn úr londum, har sum bíðitíðin er rættiliga long. Tí roknar Almannamálaráðið við stuðli til seks ættleiðingar í ár.

750.000 kr. verða tiknar av pengunum, sum eru ætlaðir teimum, sum ansa eftir fólki, eitt nú gomlum foreldrum, heima við hús.

Færri umsóknir um ansingarsamsýning koma nú. Orsøkin kann vera fleiri ellis- og røktarheimspláss, heldur Almannamálaráðið.

Arbeiðsfremjandi tiltøk
Og so er ein millión eftir fyri at fáa tær 7,2 milliónirnar, sum løgtingið er biðið um til eldraøkið og serforsorgina.

Tann milliónin verður tikin frá arbeiðsfremjandi tiltøkum.

Lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk kom í gildi 1.januar í ár. Talan er um nýggj tiltøk og nýggjar skipanir. Øll játtanin verður væntandi ikki brúkt í ár, sigur Almannamálaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
EM tíðindir - 28 jan 2026
203370
Mikudag 28. januar
Orðaval #30: Umljóð og kærleiksorð
203366
Mikudag 28. januar
Byrja einfalt
203358
Mikudag 28. januar
Morgunlestur mikudagur 28.januar 2026
203269
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379