Bjarni og Bárður royna aftur at ávirka samgonguna

Bjarni og Bárður royna aftur at ávirka samgonguna
Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen heita enn einaferð á sínar floksfelagar um at viðgera uppskotið um almennan Eysturtunnil, sum teir hava lagt fyri samgonguna
Bjarni Djurholm, sum saman við Bárði Nielsen vil hava eina almenna loysn av málinum um Eysturoyartunlinum.
Mynd: Savnsmynd  
 
23.08.2013 - 16:35

Samgongutingmenninir Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum og Bjarni Djurholm í Fólkaflokkinum gjørdu mikudagin enn eina roynd at fáa samgonguna at venda privatu tunnilsloysnini hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, bakið.

Teir sendu tá floksfeløgum sínum uppskotið um almenna loysn eina ferð afturat við áheitan um at viðgera uppskotið og leggja tað ella okkurt, sum líkist tí, fyri løgtingið.

Alment felag

Bjarni Djurholm og Bárður á Steig Nielsen skjóta upp at stovna eitt alment tunnilsfelag við einum kapitali upp á eina hálva milliard krónur, at lata allar undirsjóvartunlarnar í hetta nýggja felagið og at lata tí felagum upp í hendur at byggja bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu, sambært uppskotinum, ikki í nýggja felagið fyri at bummgjøldini í teimum báðum tunlunum skulu fíggja íløgurnar í nýggju tunlarnar.

Brúka frívirðið at læna fyri

Frívirðið í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum skal brúkast til at fáa bíligari lán til nýggju tunlarnar, siga teir báðir samgongutingmenninir.

Uppskotið hjá teimum er ikki lagt fyri tingið. Tað er tí ikki við, nú Rættarnevndin viðger tunlarnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098