Rættarnevndin viðger tunnilsmálini aftur í dag

Rættarnevndin viðger tunnilsmálini aftur í dag
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, ætlar at skriva undir sáttmálan við Copenhagen Infrastructure Partners leygardagin
Rættarnevnd hevur havt nógvar fundir um tunnilsmálið, og fundur verður aftur seinnapartin
 
26.08.2013 - 09:57

Løgtingsins rættarnevnd fer aftur í dag at hava fund um tunnilsuppskotini, men enn er ikki greitt, nær nevndin fer at skriva álit.

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur sagt, at ætlanin er at skriva undir sáttmálan um Eysturoyartunnilin við Copenhagen Infrastructure Partners í seinasta lagi leygardagin.

Verður sáttmálin ikki undirskrivaður tá, noyðist landið at rinda eina millión krónur í endurgjaldi.

Fundurin í rættarnevndini í dag byrjar klokkan 14.

Eisini fundur í fíggjarnevndini

Fíggjarnevndin fer seinni í vikuni at viðgera tvey uppskot um eykajáttan, sum hava samband við tunnilsmálini.

Jørgen Niclasen hevur skotið upp at seta eina millión krónur í partafelagið Sandoyartunnilin.

Og Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen biðja um 10 milliónir kr. at seta í P.f. Føroyatunlar, ið skal byggja og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoy og Streymoy, og millum Sandoy og Streymoy.

Fundurin í fíggjarnevndin verður fyrrapartin hósdagin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891