Fyrsta avlopið hjá Betri Pensjón

Fyrsta avlopið hjá Betri Pensjón
TF Holding-samtakið væntar, at avlopið í ár verður millum 90 og 130 mió. kr. eftir skatt
Umframt Betri Pensjón eru millum annað Tryggingarfelagið Føroyar og 70 prosent av Eik Banka í TF Holding
 
30.08.2013 - 12:54

Fyri fyrstu ferð hevur Betri Pensjón, pensjóns- og lívstryggingarfelagið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, havt yvirskot. Vinningurin fyrra hálvárið í ár er 1,8 mió. kr. eftir skatt.

Betri Pensjón varð stovnað í februar í 2007, og hevur havt hall øll árini til nú. Betri Pensjón er í TF Holding samtakinum, sum kunngjørdi hálvársroknskapin í dag.

88 mió. kr. í avlopi

Avlopið í samtakinum er 88 milliónir eftir skatt, tað var 95 milliónir í fjør. Umframt Betri Pensjón eru millum annað Tryggingarfelagið Føroyar og 70 prosent av Eik Banka í TF Holding. TF Holding væntar, at úrslitið fyri alt 2013 hjá samtakinum verður millum 90 og 130 mió. kr. eftir skatt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961