SMS hevur nú 32 prosent av marknaðinum

SMS hevur nú 32 prosent av marknaðinum
SMS hevur keypt Inn-handilin við Norðskála
Kappingareftirlitið hevur góðkent, at partafelagið SMS keypir smápartafelagið Inn frá smápartafelagnum Hald
 
30.08.2013 - 08:12

Tvey prosent av marknaðinum hjá teimum, sum selja gerandisvørur í Føroyum, eru flutt frá Á og Samkeypi til SMS, nú SMS hevur keypt ein Inn-handil.

Kappingareftirlitið hevur góðkent, at partafelagið SMS keypir smápartafelagið Inn frá smápartafelagnum Hald. Inn rekur handil við gerandisvørum við Norðskála.

Kappingareftirlitið heldur ikki, at yvirtøkan fer at hindra kappingini millum matvøruhandlarnar. Sambært Kappingareftirlitinum hevur SMS nú 32 prosent av marknaðinum og handlarnir hjá Á og Samkeypi hava 43 prosent. Keypssamtøkan hevur 20 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815